Nýggjastu tíðindi

ICANN webinar 7.desember

Næsta webinar hjá ICANN verður tann 7. desember. Heitið hesuferð verður: IPv6 in the Nordics (and why it’s important).   Fyrilestrahaldararnir verða Suzanne Taylor, Senior Public Policy og Governance Advisor,…

Sí meira

Web forwarding aftur møgulig

Nú er aftur møguligt við web forwarding á Økisnavn. Fyri at gera eina web forwarding, ritar tú inn á Økisnavn.fo. Trýst á økisnavnið, sum skal vísa víðari til eina aðra…

Sí meira

Hvat er DNSSEC?

DNSSEC (Domain Name System Security Extensions) er við til at tryggja, at økisnavnið vísir til røttu heimasíðuna. Tá DNSSEC er aktiverað, er atgongdin til tína heimasíðu tryggjað við einum lykli, so tey vitjandi ikki kunnu beinast til eina falska síðu.

Tosa við tín heimasíðuveitara, og bið tey virkja DNSSEC á tínum økisnavni.

Skalt tú stovna fyritøku? Minst til økisnavnið

Mong stovna sær fyritøku uttan at kanna, um økisnavnið er tøkt. Tá fyritøkan er stovnað og pappírini eru klár, kann tað tískil henda seg, at økisnavnið er tikið. Tí er tað av stórum týdningi fyrst at kanna, um økisnavnið sum tú ætlar tær, er tøkt.

Fyri at stovna eitt økisnavn, er neyðugt við einum brúkara á økisnavn.fo. Tá tú hevur stovnað tær ein ókeypis brúkara, kanst tú keypa tær eitt økisnavn.