DNS-funkan hevur seinastu tíðina verið sløkt vegna dagføringar. Í dag varð latið upp aftur fyri, at brúkarar sjálvir kunnu leggja recordir inn.
Skjótt verður aftur møguligt at broyta navnaambætarar. Tit eru tó altíð vælkomin at senda umsitingini ein teldupost um at broyta navnaambætarar.
Økisnavn hevur opið gerandisdagar frá 10-14.