Økisnavn.fo er nú dagført við nýggjum hentleikum og enn betri trygd. Hetta er enn eitt stig á leiðini hjá navnaøkisveitaranum, fyri at tryggja, at føroysku navnaøkini verða umsitin í best møguligu karmum.
Umframt eina dagføring av umsitingarpallinum, ið ger avgreiðsluna betri og meira brúkaravinarliga, so er ein røð av tøkniligum dagføringum framd.
Fyri kundarnar, ið vitja økisnavn.fo, merkir nýggja dagføringin eina betri uppliving við keyp og umsiting av økisnøvnum. Heilt stóra tøkniliga dagføringin er nýggi DNSSEC hentleikin, ið er ein eyka trygd, sum verður knýtt at tínum økisnavni fyri at verja móti sonevndum fysking álopum.
Talið av fysking álopunum er alsamt vaksandi. Tað er, tá teldusnýkar yvirtaka títt økisnavn og vísa til eina falska síðu. Tey vitjandi halda seg vera á tínari síðu, men í veruleikanum lata tey viðkvamar upplýsingar so sum persónupplýsingar, loyniorð og gjaldskortupplýsingar, til teldusnýkar.
DNSSEC (Domain Name System Security Extensions) er við til at tryggja, at økisnavnið vísir til røttu heimasíðuna. Tá DNSSEC er aktiverað, er atgongdin til tína heimasíðu tryggjað við einum lykli, so tey vitjandi ikki kunnu beinast til eina falska síðu.
– Okkara mál er at gerast heimsins fremsta land innan DNSSEC. Av okkara grannalondum er serliga Danmark frammaliga, og hava heimsins bestu tøl í løtuni, við áleið 30% av .dk síðum, ið eru tryggjaðar við DNSSEC. Málið er, at føroyska landanavnið, .fo skal vera betri enn hetta, sigur Guðrun Poulsen stjóri á Økisnavn.
Tú kanst tosa við tín heimasíðuveitara, fyri at fáa hann at aktivera DNSSEC á tíni heimasíðu.