Hjá summum brúkarum riggar sjálvvirkandi endurnýggjanin ikki, og økisnavnið verður tí ikki endurnýggjað sjálvvirkandi. Hetta kann vera tí at brúkarin hevur fingið nýtt gjaldskort ella tí at gjaldið av onkrari orsøk verður avvíst.
Skipanin hjá okkum ger vart við hetta við at senda t-post um at økisnavnið skal endurnýggjast – eisini um sjálvvirkandi endurnýggjanin er tendrað. Tí vilja vit heita brúkarar á at endurnýggja økisnøvnini, um tit fáa slíkar áminningar.
Um tit eru í iva, eru tit altíð vælkomin at ringja til Økisnavn gerandisdagar millum 10-14 á tlf 898900.