Nú er aftur møguligt við web forwarding á Økisnavn.
Fyri at gera eina web forwarding, ritar tú inn á Økisnavn.fo. Trýst á økisnavnið, sum skal vísa víðari til eina aðra síðu. Skrolla niður til teigin ”web forwarding” og skriva tað økisnavnið, sum síðan skal vísa til.
Gev gætur, at tað er eisini neyðugt at skriva ”www.” tá tú gert eina web forwarding.
Økisnavn hevur opið gerandisdagar frá 10-14.